Leita eftir yvirskrift ella tilfari
Kaskelot: Laksur
Útgáva 241 av danska fakblaðnum fyri lívfrøði, Kaskelot, snýr seg um laks.
Undir laksin
Alivinnan flytur út fyri milliardir hvørt ár, men vinnan hevur fleiri umhvørvisligar skuggasíður. Meðan alivinnan hevur vaksið seg risastóra, hevur eingin kannað langtíðaravleiðingar av alivirksemi á føroysku náttúruna.
Hetta er søgan um tað, sum hendir undir vatnskorpuni - um skuggasíður í eini blómandi alivinnu, eina dølska politiska skipan, eina harðbalna innløgumentan og eina tigandi - og eitt sindur gloymda - føroyska náttúru.
Lagt til rættis: Rógvi Olavson
Fisk og skips - makrelur
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Fisk og skips - laksur
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Fisk og skips - saltfiskur
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Makrelveiða við uppisjóvarskipinum Finni Fríða
Kringvarpið var við uppisjóvarskipinum Finni Fríða á fyrsta makreltúrinum í 2021. Sí filmsbrotið her
Nærlagni umborð: Ein filmur um týdningin av rættari hagreiðing umborð
Ein filmur um hagreiðing av fiski umborð, sum er lagdur til rættis av Kovboyfilm og Fiskamarknaði Føroya. Upptøkurnar á sjónum eru gjørdar umborð á línuskipinum Vesturhavinum. Sí filmin her:
Jørðin II - Bretsk heimildarrøð frá 2016
Heimildarrøð í seks pørtum á føroyskum (Planet Earth II). Ein ferð til tey fýra hornini á foldini, har vit síggja og fáa innlit í, hvussu ymisk djór hava ment seg at liva og hóra undan á teimum villastu støðum á jørðini.
Sí sendingina her
Atlantshavið: Heimildarrøð hjá BBC frá 2015 við føroyskari talu
Heimildarrøð hjá BBC í trimum pørtum við føroyskari talu
Lívsstreymur fylgir við Golfstreyminum, ein øgiligur havstreymur, ið ferðast kilometrar í túsundatali tvørtur um Norðuratlantshavið.
Ómetaliga stórir bólkar av hvalum, sum skræða fisk í seg undir Norðlýsinum, risa skjaldbøkur jagstra andstyggiligar hvalspýggjur og útróðrarmenn stríðast fyri at hóra undan í tungu aldunum.
Hesin serstaki streymur er sum ein lívæðr og hevur gróðursemi við sær, men hann hitar samstundis Norðurevropa og forðar fyri, at partar av Norðuríshavinum frysta um veturin.
Allastaðni, har hann er, ger Golfstreymurin sítt til at skapa lív í sjónum. Sí sendingarnar her.
Virðisketufilmar hjá fyritøkum
Føroyabankatoskurin: Føroysk vísindalig sjónvarpssending um toskin, ið ikki finst aðrastaðni í heiminum enn á Føroyabanka við Føroyar
Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava serliga góðan smakk.
Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin.
Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski.
Kári Sólstein hevur lagt filmin til rættis. Sí filmin her
Frá tøku til marknaðin uttan strongd: Hiddenfjord
Eitt stutt filmsbrot um hvussu Hiddenfjord hevur skipað tøkuna av laksi uttan at strongja laksin. Soleiðis verður tryggjað, at góðskan er í hásæti, og at laksurin heldur sær longur. Tað ganga bert tríggir tímar, til laksurin er klárur at flyta út á marknaðin. Sí filmsbrot her:
Vísindavøkan 2020: Fyrilestrar
Bogi Hansen á Havstovuni greiðir frá streymunum kring Føroyar, og hví tað er so heitt í Føroyum. Sí fyrilesturin her.
Ása Johannessen á Fiskaaling greiðir frá, hvussu laksur trívist í harðbalnum økjum. Í innganginum greiðir so hon frá gongdini í føroysku alivinnuni og umhvørvisávirkanini. Sí fyrilesturin her.
Heidi Mortensen á Fiskaaling greiðir frá botndjórakanningum á føroysku firðunum - eitt føroyskt sammetingargrundarlag. Sí fyrilesturin her:
Sissal Vágsheyg Erenbjerg á Fiskaaling greiðir frá forritan og háavrikandi teldumegi - hvussu hjálpir tað okkum í strembanini eftir covid-19 koppseting og veðrinum í morgin? Sí fyrilesturin her:
Karin Margretha H. Larsen á Havstovuni greiðir frá hitamátingum í sjónum í 100 ár. Sí fyrilesturin her:
Sjúrður Hammer á Umhvørvisstovuni greiðir frá plasti í havinum kring Føroyar, og hvar tað endar. Sí fyrilesturin her: